Mugu fáa betri kunning um vanlukkur

Tað er ikki í lagi, at fólk vakna um náttina av ógvusligum spreingingum, men ongastaðni kunnu fáa upplýsingar um, hvat er á vási.

Tað er neyðugt at hava eina greiðari mannagongd fyri, hvussu fólk verða kunnað, tá ið álvarsligar vanlukkur henda.


Tað heldur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður.

 

Og mikudagin fer hann at spyrja landsstýrismannin á økinum, Jacob Vestergaard, hvussu støðan er á økinum, og hvat er gjørt við hetta málið seinastu árini.

 

Tí vil hann hava landsstýrismannin at greiða frá, um vit í Føroyum hava nakra skipan, sum fólk kunnu venda sær til, fyri at fáa kunning í sambandi við vanlukkur.

 

Og er ein slík skipan, vil hann hava landsstýrismannin at greiða frá, hvat er gjørt fyri at kunna fólk um, hvussu skipanin virkar í eini neyðstøðu.

 

Helgi Abrahamsen sigur, at eldurin umborð á Athenu var eitt ræðandi dømi.

 

- Náttina til 9. mai 2011, vaknaðu nógv fólk við Skálafjørðin av ógvusligum spreinginum, sum fingu húsini í øllum nærumhvørvinum at skelva.

 

- Stóri verksmiðjutrolarin, Athena, lá í ljósum loga við bryggjuna í Saltangará, men av tí at tjúkkur mjørki lá yvir allan fjørðin, sóu fólk ikki hvat var áfatt, og tað var heldur ongastaðni at venda sær, fyri at fáa upplýsingar um hetta.

 

- Á Skála føldu fólk raman royk, men tey fingu ongar upplýsingar um, hvørt talan var um vandamiklan royk ella ikki.

 

Seinni varð alt fólkið flutt úr húsum sínum.

 

Helgi Abrahamsen sigur, at nógvastaðni er vanligt at hava eina ávaringarskipan, har ein lúður ljóðar, og so kunnu fólk venda sær til eitt ávíst stað, tað kann til dømis vera at tendra útvarpið, og har fáa tey so upplýsingar um, hvat er hent, og hvussu tey skulu skulu bera seg at.