Tað er neyðugt, at vit fáa tey ungu at síggja Miðflokkin, ikki sum flokkin, ið er ímóti fosturtøku, men sum flokkin, ið er fyri lívi, segði Martin í Grund Ein av teimum ungu fundarluttakarunum á landsfundi Miðfloksins var Martin í Grund. Hann var eisini ein av teimum, ið tók orðið, og hann vendi sær serliga at spurninginum um, hvussu Miðflokkurin »rekruterar« fleiri ung.
Hann vísti á, at neyðugt er at hyggja at, hvat upptekur tey ungu í dag. Hann nevndi ítrótt, list, konsetir og annað. Neyðugt er at relatera og fáa fatur á teimum ungu.
- Vit mugu fáa tey ungu at hugsa positivt um Miðflokkin. Tey skulu ikki hugsa um Miðflokkin sum tann flokkin, ið er ímóti fosturtøku. Tey skulu hugsa um Miðflokkin sum flokkin, ið er fyri lívi, segði Martin í Grund.
Flokkurin skal framhaldandi hugsa um tey gomlu, men tað er neyðugt at fáa fatur á teimum ungu fyri at kunna hjálpa teimum gomlu, vísti Martin á.