Mugu fáa endurgjald fyri skerda kvotu

Avgerðin hjá íslendska fiskimálaráðharranum at skerja toskakvotuna 30 prosent fær avleiðingar nógvastaðni

Flestu íslendingar høvdu væntað, at stjórnin fór at skerja toskakvotuna næsta fiskiár, eftir at fiskifrøðingarnir høvdu mælt til sera stóran niðurskurð, men kortini kom tað óvart á fleiri, at stjórnin valdi at fylgja tilmælinum frá fiskifrøðingunum.

 

Tað ber í sær, at næsta fiskiár, sum er frá 1. september í ár til 30. august næsta ár, verða umleið 60.000 tons minni fiskað av toski undir Íslandi enn í verandi fiskiári. Ein so stórur niðurskurður fær sjálvandi avleiðingar, ikki bara fyri vinnuna, men eisini fyri tey lokalu samfeløgini, sum heilt ella partvíst dúva upp á fiskivinnuna.

 

Millum økini, sum verða meint rakt av kvotuskerjingini, er økið við Eyjafjørðin, sum millum annað umfatar Akureyri, og eystari partur av Norðurlandinum. Í síðstu viku umrøddi býráðið á Akureyri støðuna, og í einari samtykt frá fundinum heitti býráðið á stjórnina um at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu útvega økinum og vinnuni á staðnum inntøkur ístaðin fyri tær, um nú hvørva.

 

Sambært Morgunblaðnum missir økið við Eyjafjørðin umleið 8.000 tons av toski næsta fiskiár, og verður eystari partur av Norðurlandinum taldur við, missir hesin parturin av landinum munandi meiri enn so. Hagtølini vísa, at 74 prosent av tí, sum skip í økinum fiska, verður landað í heimstaðnum, og at í fjør komu umleið 35.000 tons av toski upp á land á Eyjafirði og eystara parti av Norðurlandinum.

 

 

Eisini sunnanfyri

 

Eisini í Grindavík á Suðurlandinum fær kvotuskerjingin stóra ávirkan, og støðan bleiv umrødd á býráðsfundi í síðstu viku. Í skrivi til stjórnina sigur býráðið seg vóna, at talan er um ein tíðaravmarkaðan niðurskurð, og at stjórnin er sinnað at endurrinda lokalsamfelagnum tað, sum tað missir.

 

Í Þorlákshöfn hevur vinnan roknað seg fram til, at har fer kvotuskerjingin at kosta umleið 100 arbeiðspláss, um einki annað kemur ístaðin fyri.

 

Vestmannaoyggjarnar er kortini tað plássið á Suðurlandinum, sum verður harðast rakt av skerjingini, og mett verður, at missurin har fer at liggja um 550 mió. krónur í okkara pengum. Sjálv toskakvotan hjá skipunum í Oyggjunum minkar úr 12.000 í 8.600 tons, men verða skerjingar í hýsu- og upsafiskiskapinum tiknar við, missa skipini í Vestmannaoyggjunum 5.500 tons næsta fiskiár. Ein uggi er tað, at sildaskipini fáa heldur størri kvotu.

 

Stjórnin í Reykjavík hevur longu lovað at seta fleiri almenn arbeiði í verk í ár og tey næstu árini fyri at avmarka tær fíggjarligu avleiðingarnar av kvotuskerjingini. Millum annað er ætlanin at fremja fleiri stórar verkætlanir á samferðsluøkinum, eitt nú nýggjar vegir.