Svínoy: - Vit vita ikki, hvat ein slíkur túrur aftrat hevði kostað fyri Strandferðsluna. Men fyri okkum hevur hann alstóran týdning, sigur borgarstjórin.
Saman við bygdarráði sínum, skrivaði Eyðun Jacobsen eitt bræv til Strandferðsluna í mars mánaði í ár.
Her heitti bygdarráðið á stovnin um at fáa ein túr aftrat um dagin til Svínoyar og Fugloyar til tey 9500 fólkini, sum árliga ferðast á hesi farleiðini úr Hvannasundi.
- Báðir skipararnir, sum sigla við Másanum eru ¾ tíð umborð. Og eftir tí sum vit hava fingið upplýst hava teir einki ímóti at sigla fulla tíð, sigur Svínoyar kommuna í brævinum til Strandferðsluna.
Í áheitanini varð eisini biðið um ein fund við Strandferðsluna um viðurskiftini. Og sum skilst verður hesin fundurin hildin einaferð í nærmastu framtíð.
Másin er, við sínum 49 árum, álitið hjá svínoyingum í sjóvegis sambandinum inn á meginlandið.
Triði túrurin
Tá talan er um samferðslu, hava svínoyingar tvinnanda møguleikar at sleppa til og frá oynni – loftvegis við tyrluni og sjóvegis við Másanum.
Másin varð bygdur í 1959, og er í dag álitið hjá teimum ið búgva harúti ella ætla sær hagar í einumhvørjum ørindum.
Í dag siglir Másin av Hvannasundi til Svínoyar og Fugloyar við fleiri túrum um dagin. Onkur av hesum verður einans sigldur, um boðað er frá hesum frammanundan.
Høvuðstúrarnir hjá Másanum eru túrarnir á morgni og seinnapartin. Vanliga fer hann fyrsta túrin av Hvannasundi kl. 8:45 og síðani kl. 14:45, meðan møguleikar eru fyri kvøldtúrum trý kvøld um vikuna.
Hesir túrar verða um summarið sigldir mánadag, fríggjadag og leygardag, og sum skilst er tað henda túrin, sum svínoyingar so fegnir vilja hava sigldan hvønn dag.
- Vit eru glað fyri teir báðar fyrstu túrarnar á degi. Men fingu vit henda triðja túrin, hevði verið uppaftur betri, vísir borgarstjórin á.
Eingin játtan
Í grundgevingunum fyri at fáa henda eyka túrin á kvøldi, vísir Svínoyar kommuna á ymisk viðurskifti, ið tey meta talar fyri hesum.
Tað vísir seg at tíðin millum teir báðar fyrru túrarnar, ið einans er seks tímar, er heldur stutt um fólk aðrastaðni frá skal út hagar at gera eitthvørt arbeiði.
Í øðrum lagi eru seks tímar heldur ikki long tíð, um svínoyingar ætla sær til Klaksvíkar at gera ørindi.
- Tí hevði hesin triði túrurin hvønn dag havt stóran týdning fyri okkum, sigur Eyðun Jacobsen.
Men tað gekk kortini ikki nakað serligt hjá svínoyingum at fáa henda eyka túrin. Tvær vikur eftir at brævið varð sent, kom svar aftur frá Strandferðsluni á Tvøroyri.
Svarið frá samferðsluleiðaranum, Boga Mortensen var stutt og ikki til at misskilja:
“Strandfaraskip Landsins fer hervið at boða frá, at innanfyri verandi játtan til stovnin ber ikki til at økja um túratalið á Oyggjarleið 58!”
Motorurin á Másin steðgaði
Farvatnið sum svínoyingar og fugloyingar ferðast í er ikki altíð eins tespiligt allar ársins tíðir.
Talan er lutvíst um opið hav, og her hava veður og streymur sín avgjørda leiklut í, hvussu ein túrur við Másanum er ella kann verða.
Hinvegin hava tey á Másanum eisini verið úti fyri, at motorurin umborð steðgaði einaferð hann legði leiðina millum eystastu oyggjar okkara.
Hóast hesar umstøðurnar var eingin panikkur umborð og tað hendi tíbetur eingin skaði. Men hetta var kortini ein ávaring um, hvat kann henda ein ringan vetrardag í Svínoyarfirði við einum skipi, ið varð smíðað í 1959.
Manningin umborð dugdi væl at handfara støðuna, men sum Eyðun Jacobsen heldur speiskliga tekur til:
- Tá motorarnir umborð á Smyrli herfyri steðgaði í 5 sekund, hoyrdu vit um tað teir næstu 14 dagarnar.
- Men einki var sagt og skrivað ta ferðina, tá motorurin á Másanum steðgaði á opnum havi!