Mugu fáa 13,8 milliónir afturat í ár

Undirskotið hjá Heilsutrygd er stórt, men skal støðan batna, má gjaldið hækkast, ella má stuðulin lækkast

 

Undirskotið hjá Heilsutrygd er so stórt, at nú er landsstýrið farið at kanna møguleikarnar fyri at minka um undirskotið.

Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú Løgtingið hevur samtykt at játta meiri pengar til Heilsutrygd.

Sum støðan er nú, verður mett at Heilsutrygd má fáa 13,8 milliónum afturat í ár fyri at fáa javnvág ímillum útreiðslur og útreiðslur við tí virksemi, sum nú er. Sostatt verða útreiðslurnar í ár eini sjey prosent hægri enn tær vóru í fjør.

Ein orsøk til gongdina, er, at fólkatalið er nógv hækkað hesi seinastu árini, men ein onnur orsøk er at vit hava fingið fleiri kommunulæknar.

Frá januar 2014 til januar í ár, er fólkatalið hækkað næstan 4.000 fólk, og av teimum eru 1.100 fókk eldri enn 67 ár.

Landsstýrið sigur, at hvørja ferð ein kommunulækni verður settur í starv afturat, økir tað um útreiðslurnar hjá Heilsutrygd, tí næstan allar veitingar hækka

– Hesi seinastu trý árini eru tríggir kommunulæknar settir í starv afturat, ein á Eiði, ein á Skálafjørðinum og ein í Hoyvík.

– Hesar nýggju kommunulæknaviðtalur øktu nógv um útreiðslurnar í 2018 og 2019, og mett verður, at útreiðsluvøksturin heldur fram í ár, sigur Landsstýrið.

 Tí sigur Jørgen Niclasen at landssýtirmaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen er farin at kanna, um tað ber til at bøta um støðuna í Heilsutrygd.

– Tað eru tveir møguleikar, antin at hækka inngjaldið, ella at skerja tilskotini til heilivág, sigur landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum.