? Mugu duga at húsast við færri pengum

Óli Breckmann heldur tað ikki vera so týdningarmikið at tosa um kredittvirðið einsamalt.

Hann leggur størri dent á, hvussu føroyski búskapurin verður myndaður við færri pengum. Hann setur størri æru í, at føroyingar kunnu vísa, at teir duga at húsast við færri midlum. At samfelagið fær meira burtur úr pengunum, sum eru eftir.

Óli Breckmann heldur, at búskaparliga samansetingin verður eitt sindur øðrvísi við tað, at blokkstuðulin hvørvur.

Men samstundis skulu fyritøkurnar vísa, at tað ber til at fáa eins nógv ella meira burtur úr tí, sum eftir er.

Samtíðis vísir Óli Breckmann á gongdina í Skotlandi og í fleiri ørðurm londum, har pengarnir hava rokkið longur.