Mugu bora meiri

Tey næstu tíggju árini fer norska olju- og gassframleiðslan at minka nógv, og tí er umráðandi, at feløgini finna nýggjar brunnar. Í 1990 brúktu tey stóru oljufeløgini 25 prosent av íløgunum til leiting, men í dag brúka tey bara 8 prosent. Í áttatiárunum bleiv borað í umleið 50 leitibrunnum á hvørjum ári, men tað talið er bara 25 í dag. Tað sigur Oljustýrið, sum heldur, ar tað er neyðugt at bora 30 - 40 brunnar um árið, skal Noreg megna at halda tørn, tá framleiðslan fer at minka.