Mugu bjóða betri karmar enn Havnin

-Um okkum dámar tað ella ikki, so er ein sterkur atdráttur at Havnini og miðstaðarøkinum. Og kemur oljan, verður hesin atdráttur ivaleyst uppaftur sterkari. Skulu vit tí hava nakran kjans at kappast við Havnina, so mugu vit kunna bjóða betri karmar enn Havnin kann.
Hetta er grundin til, at vit líka frá byrjanini hava sett nøsina høgt; ofta hægri enn bæði ráðini og evnini vóru til tók Niels Midjord, maðurin, sum hevur teknað nýggju mentanarhúsini í Fuglafirði, so ramliga til orðanna, tá hann annars lítillátin trein á pallin undir vígsluni leygardagin.

Mentanarhús


Niels Midjord vísti til orðatakið, at ?Leingi er tað, ið væl skal vera?. -Í hesum førum hevur í hvussu so er verið tíð til at hugsa loysnirnar ígjøgnum. Men sjálvt um hetta mangan hevur kenst drúgført, og at tað er ein Harrans lætti, at hetta nú er komið undir land, so hevur tað verið ógvuliga spennandi og læruríkt at fingist við, og eg vil nýta høvið til at takka øllum, sum hava verið við til at gjørt hetta projektið til veruleika. Hann takkaði eisini fyri tað stóra álitið, sum Sjónleikarafelagið hevur víst sær, at lata seg tekna húsið.

Niels Midjord helt fram: -Plagi at biðja um signing yvir arbeiði, um at tað er vert at signa, og í hesum førum man eg vera bønhoyrdur; tí øll, sum hava havt við húsið at gera, bæði ráðgevar, men serstakliga tey, sum hava bygt: Elementvirkið, handverkarar, elektrikarar, málarar og nevndar- og bygginevndarlimir hava gingið upp í arbeiðið við lív og sál. Tey eru komin við hugskotum og ábótum og hava bjargað frensum í tekningum. Soleiðis hevur arbeiðið í nógvum førum verið eitt teamwork, sum hevur gjørt, at húsið er blivið betri enn upprunaliga ætlað.

Heitari tú ert fyri onkrum, skjótari er at kóka yvir, og tað er meira enn so komið fyri, at hvøss orð eru fallin, kanska serliga í byrjanini. Men sum húsið hevur tikið skap og fólk eru farin at trúgva uppá at projektið kundi fullførast, hevur alt gingið næstan av sær sjálvum. Fari at biðja um umbering, um eg havi stoytt nakran, tað hevur ikki verið meint persónliga.
So er tað tað um hetta er vert at signa: Tí givið er, at húsið, sum tað nú stendur, ber nógvar møguleikar í sær, bæði til tað góða og til tað minni góða. Eg vil tí ynskja nýggja stjóranum hepna hond at reka húsið og styrkja tað góða umdømið, sum húsið longu hevur fingið, soleiðis at tað kann gerast ein mentanarmiðdepil, ikki bara fyri allar fuglfirðingar, men kanska fyri alla oynna við.