Á Norðurlandaráðsfundinum í Oslo nú um dagarnar var ein fyri Føroyar sera áhugaverdur og álvarsligur spurningur umrøddur. Tað var Anfinnur Kallsberg, løgmaður, sum tók spurningin upp. Tað snýr seg um einki minni enn um trygdina og umhvørvi í Norðuratlantshavi, ja í veruleikanum um okkara tilverugrundarlag. Ikki bert okkara men eisini tað hjá grannatjóðum okkara í útnorði, Íslandi og Grønlandi.
Løgmaður sær stórar vandar hótta, tá umræður føroyska havumhvørvið í framtíðini. Ein orsøkin er økti flutningurin av kolvetnum úr Barentshavinum til Amerka, tvs. framvið Føroyum, og hin hóttanin kemur frá eini aljtóða samtykt, sum hevur við sær, at allur sjógvur frá Gibraltar til Bretlands fær serstøðu sum vart øki. Løgmaður vísti í samrøðu við Sjónvarp Føroya í farnu viku á, at hetta kann hava við sær, at vandamikla ferðslan verður trýst norðureftir rmóti Føroyum. Løgmaður segði við sjónnvarpið, at talan kann vera um skip við vandamiklum farmi, oljuskip, skip við kemikalum, sum kanska ikki lúka tey allarstørstu trygdarkrøvini og harvið kunnu stey verða ein stór hóttan móti umhvørvinum í føroyskum sjógvi.
Annfinnur Kallsberg bar sum sagt hetta uppá mál í Norðurlandaráðnum herfyri. Hann segði við sjonvarpið, at nýggju altjóða reglurnar mugu eisini fevna um okkara øki og fekk løgmaður fulla undirtøku frá hinum norðurlondunum at fremja eitt átak, soleiðis at okkara havøki i Norðuratltanshavi fær somu trygd sum øki aðrastaðni.
Løgmaður sigur, at hendir ein stór vanlukka so eru vit neyvan før fyri at tacla hana optimalt men vit eru betri før fyri tí í dag enn fyri 10 árum síðani. ?Sjálvandi verða vit ongantíð fult út tilreiðar at taka okkum av eini vanlukku skuldi hon hent í føroyskum sjógvi og tí er tað so umráðandi, at vit eiisni hava skipað viðurskifti um tað samlaðu trygdina i hesum havumhvørvinum sum vit eru í.
Uppskotið hjá løgmanni er nú latið umhvørivsráðharrunum í Norðurlandahráðnum at arbeiða viðari við. Eitt skilagott og sera viðkomandi uppskot, sum okkara løgmaður her nemur við og sum vónandi eisini fer at fylla nógv í Oljumálaráðnum, nú tað eftir ætlanini í framtíðini fer at leggja seg enn meira eftir at umrøðu umhvørvismál. Ein uppløgd uppgáva hjá ? hvør veit ? kanska tí "nýggja" umhvørvismálaráðnum at taka sær av.
Sosialurin