Mugu bara vinna

Gudmund Nielsen hjá B71 var sjálvandi ikki nøgdur um úrslitið av dystinum sunnudagin, men við Útvarpið hjá Kringvarpinum segði hann, at enn liva teir í B71 í vónini um, at tað kann eydnast at bjarga tilveruni í deildini.

- Eitt stig er altíð gott at fáa, men tað var ikki akkurát tað, sum vit fóru eftir. Vit vildu hava øll trý stigini.

- Beint nú er tað sjálvandi ræðuliga súrt, men vit trúgva framvegis upp á møguleikan. Vit vóru klárt betra liðið í dag, og vit høvdu eisini nógvar møguleikar. Men teir skora tvey heppin mál, og vit klára so hóast alt at bjarga tí eina stiginum, segði Gudmund Nielsen.