Høgri bakkur hjá EB/Streymi, Pætur Dam Jacobsen, hevði helst viljað vunnið dystin, men ásannar, at sum umstøðurnar vóru, kunnu teir kanska vera nøgdir við 1-1 ímóti AB.
– Tú ert sum so ongantíð nøgdur við ein javnleik, men sum dystinum líður, mugu vit bara taka til takkar við tí. Vit brenna eitt brotsspark og høvdu nakrar stórar kjansir, uttan at fáa mál burtur úr teimum, men soleiðis er fótbóltur bara, sigur hann.
Um málið, sum EB/Streymur fekk eftir eitt innkast, ið Pætur kastaði inn í brotsteigin hjá AB, sigur hann, at við teimum mongu innkøstunum inn í AB-brotsteigin ráddi mest um at fáa eitt mál burturúr, eisini um tað so skuldi verða eitt sjálvmál.
– Eg haldi, at vit hava tamarhald á, men vit vistu, at vit skuldu hava eitt mál aftrat, so vit blivu við og við, men fingu bara ikki bóltin inn. Hinvegin skal AB hava rós fyri, at liðið stóð væl og fekk hildið okkum frá at fáa meira burturúr, sigur Pætur Dam Jacobsen.