Hondbóltsprát
Áki G. Olsen var sum vera man vónbrotin eftir dystin móti Neistanum sunnudagin. VÍF hevði undan dystinum strítt seg upp til eitt pláss í oddinum, men longu fyrstu løtuna av dystinum stóð greitt, at hetta neyvan fór at halda.
Neistin legði fyri sum eitt óløgi. Vóru tit ikki klárir til dystin ella hvussu?
?Teir vóru í øllum førum meira klárir. Tað er so heilt víst. Og eg haldi eisini, at vit gjørdust eitt sindur bilsnir um, at teir løgdu so harðliga fyri, helt Áki, tá vit eftir dystin fingu orðið á hann.
Men tit fáa tó strítt tykkum aftur í dystin eina løtu, áðrenn tit aftur missa takið. Fóru tit niður við høvdinum ella hvussu?
?Vit brenna fyrst og fremst ov nógv. Serliga byrjanina av seinna hálvleiki hava vit annars gott tak á teimum, men tá vit ikki skora, sleppa teir aftur avstað, og so haldi eg, at vit fara niður við høvdinum eina løtu. Vit megna tó partvíst at stríða okkum aftur í dystin, men tað var ov seint.
Bíða eftir gávuni
Og nú bert tvey umfør resta av kappingini, mundi hetta vera eitt tap, sum tók fast hjá VÍF. Í øllum førum er liðið nú aftur í teirri støðu, at teir ikki sjálvir kunnu gera av, hvar teir enda. Og hóast teir enn eiga ein trumf í góða málmuninum, so tóktist meistaraheitið ikki vera nakað, sum leikararnir hugsaðu um eftir vónbrotið sunnudagin.
?Vit hava so mist góðu støðuna, sum vit høvdu undan dystinum. Sjálvandi kunnu vit vóna, at vit enn einaferð fáa onkra gávu frá hinum liðunum. Men skal eg vera heilt erligur, so er tað ikki nakað, sum eg rokni við í løtuni, staðfesti Áki G. Olsen at enda.









