Tapari
Nær tað er hent seinast. Tað minnist eg ikki, men allar helst man tað hava verið onkra tíð í gentudeildini.
Somikið kontant var svarið, tá vit eftir steypafinaluna spurdu Joan M. Djordjevic, hvørt hon mintist nakað til, at Stjørnan bert hevði skotið 14 mál ein heilan hondbóltsdyst.
Spurd, hvør orsøkin til hetta var, helt hon fyrst og fremst, at tað var Manuelu Stan at takka.
- Hon stendur jú ein ótrúligan dyst. Og so hvørt sum hon bjargar meira og meira, ferð sjálvsálitið hjá okkum sjálvandi niðureftir. Hartil skal eisini sigast, at vit spæla illa. Vit fáa ongan tíð glið á spælið hjá okkum, og tað er bara ikki nóg gott, staðfesti hon.
Longu komandi vikuskifti skal Stjørnan aftur spæla móti Neistanum. Men hóast kjaftfiskin leygardagin, so helt Joan ikki, at vónbrotið eisini situr í spælarunum til ta tíð.
Tá er talan um nýggja uppgávu. Sjálvandi høvdu vit ætlað okkum steypakappingina, men tað er farið. Her gjørdust vit ov stuttar, og so má øll orka bara leggjast í landskappingina, helt Joan at enda.










