– Tá man bakar eina kaku og ikki fylgir uppskriftini, so kanst tú ætla hvussu hon smakkar. Vit fylgdu ikki okkara uppskrift, og tað bleiv so til eitt 0-2 tap, harmaðist venjarin hjá uppflytarunum. Hann hevði annars vóna, at liðið kundi hála ein sigur heim, og harvið sleppa undan at hugsa um niðurflytingarvandan í eina tíð, men tað var av ongum í gjár.










