Mugu bíða minst tvey ár eftir svari

Í gjár vórðu tól sett upp, sum skulu geva svarið um, hvussu væl Søltuvík í Sandoy er hóskandi til flogvøll. Mátingartól eru eisini sett upp á Glyvursnesi, men Skorðhæddin í Eysturoy er ikki longur upp á tal til ein framtíðar flogvøll

Í gjár vórðu tólini sett upp í Søltuvík, sum skulu geva svarið um, hvussu vælhóskandi hetta plássið í Sandoy er til at gera flogvøll á.
Samstundis verða mátingar gjørdar á Glyvursnesi, sunnanfyri Havnina.
Mátingarnar á Glyvursnesi verða gjørdar við mátitólum, sum Tórshavnar Býráð keypti fyri fleiri árum síðani.
- Hesi tólini hava ongantíð riggað sum tey skuldu, men nú hava vit yvirtikið og høvuðsumvælt tey og fyri fáum vikum síðani fóru vit undir mátingar á Glyvursnesi, sigur Evald Kjølbro á Landsverki, sum stendur fyri mátingunum.
Hann sigur, at hesi bæði mátitólini í Søltuvík og á Glyvursnesi skulu nú gera mátingar í senn, so at neyvar samanberingar kunnu gerast.
Samstundis verða mátingar alla tíðina gjørdar á vøllinum í Vágum. Tað merkir, at tað ber til at fáa eina neyva máting av, um ein flogvøllur liggur best í Vágum, á Glyvursnesi ella í Søltuvík.
Tólini eru ein heil veðurstøð, sum máta bæði vindmegi, ætt, hita, vætu í luftini, sýnið og  skýhædd, so tað fæst ein fullfíggjað mynd av, hvussu umstøðurnar eru.
Men tað tekur langa tíð at bíða eftir einum svari.
- Vit skulu máta í minst tvey ár, áðrenn tað ber til at siga nakað haldgott um umstøðurnar. Men tá skuldu vit havt eina nóg góða mynd av støðuni til at vit kunnu siga, hvat av plássunum er best til flogvøll.
Vísa mátingarnar, at Søltuvík ella Glyvursnes eru besta plássið, skulu mátingar gerast í eini trý ár afturat á tí plássinum, sum verður valt, fyri at fáa eina púra greiða mynd av umstøðunum.
 
Skorðhæddin slept
Annars hevur Skorðhæddin í Eysturoy eisini verið nevnd sum eitt stað, ið er hóskandi at gera flogvøll á.
Men nú er Skorðhæddin slept og er ikki longur upp á tal til ein framtíðar flogvøll.
Áðrenn vit hava sett mátitólini upp, hava vit mett um støðuna, saman við okkara  ráðgevarum og teir hava mælt frá at arbeiða víðari við Skorðhæddini.
- Ein trupulleiki við Skorðhæddini er, at tá ið vindur liggur tvørturum Kalbaksfjørð, rakar hann fjallið, fer uppeftir og kastast niðuraftur. Tí verður mett, at vandi er fyri, at flogfør verða rakt av niðurkasti, tvs, at tey fáa eitt vindblak niður á ryggin, sum er eitt tað hættisligasta, sum kann henda og sum øll royna at sleppa undan, tá ið flogvøllir verða gjørdir.
Ein annar trupulleiki við Skorðhæddini er, at umstøðurnar gera, at tað ber ikki so væl til at sleppa upp frá aftur, skuldi ein lending miseydnast, ella skuldi umstøðurnar annars kravt tað, eitt nú vissi motorkraftin viknaði, uttan at vektin í flogfarinum verður avmarkað meir enn hildið verður at vera rímiligt. Og ein triði trupulleiki við Skorðhæddini er, at tað ber ikki til at fáa tey innflúgvingarljós, sum krevjast. Í Vágum eru innflúgvingarljósini 450 metrar, men í Skorðhæddini fáast ikki meiri enn 300 metrar av innflúgvingarljósum.
- Hóast summi av hesum viðurskiftum ikki kunnu staðfestast, fyrrenn mátingarnar eru gjørdar, meta ráðgevarar okkara, at sannlíkindini fyri, at hetta er støðan, er so stór, at tað er ikki ráðiligt at hugsa meiri um Skorðhæddina. Hon er sostatt slept, tí mett verður ikki, at har fæst ein betri vøllur enn tann í Vágum.
Sostatt eru tað nú bara Søltuvík, Glyvursnes og Vágar, sum eru upp á tal.
- Vit hava ikki kannað onnur pláss, tí tey liggja ov langt frá høvuðsstaðarøkinum, eitt nú Suðuroy. Einasta orsøk til, at Søltuvík er áhugaverd, er, at ætlanin er at gera undirsjóvartunnil inn á Streymoy, sigur Evald Kjølbro.
Men um Søltuvík ella Glyvursnes er best, kann hann onki siga um enn.
- Ein vøllur á Glyvursnesi kann verða væl longri enn í Søltuvík, men tað eru mong onnur viðurskifti, sum atlit eisini skulu takast til, eitt nú, hvussu nógv grót skal flytast, hvussu nær vøllurin er bygdum øki o.s.fr.
 
 
 
 
 
Í