Ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum passar so illa, at nógvir ungdóma brúka fleiri tímar um dagin at bíða eftir bussi. Og henda dagin í Løgtinginum vildi Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hava at vita frá Heðini Mortensen, landsstýrismanni í samferðslumálum, um tað ikki er meiningin at bøta um tað.
Hann vísir á, áðrenn Glasir kom, og næmingarnir gingu í Hoydølum, lá ferðaætlanin væl. Men nú Glasir er komin, mugu ungdómar úr Vágum, sum ganga á Glasi, av húsum klokkan 6.45 á morgni, men tá koyrir bussurin kortini framvið Glasir.
Seinnapartin hava næmingarnir frí klokkan 15.25, men bussurin fer tíggju minuttir áðrenn, altso klokkan 15.15. Sostatt eru tey tíggju minuttir ov sein til bussin, hvønn dag. Men tá koyrir bussurin heldur ikki framvið Glasi, og tískil mugu næmingarnir fyrst ein túr við býbussinum í Havn fyri at fáa fatur á Bygdaleiðum.
Tað merkir, at næmingarnir í Vágum, sum ganga á Glasi, eru ikki heima fyrr enn í fyrsta lagi klokkan 17.30. So fyri at fáa undirvísing í seks tímar, skulu tey vera burtur í næstan ellivu tímar.
– Tað átti at borið til at lagt ferðaætlanina um, tí hetta snýr seg um 10 minuttir, og sostat er tað ikki ein spurningur um pengar, men bara ein spurningur um at leggja til rættis. Tað er løgið, at tað ikki ber til at leggja eina ferðaætlan, so at hann hon til tey endamál, koyringin er ætlað til, heldur løgtingsmaðurin fyri Fólkaflokkin.
Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at tað er sama skilið, tá ið næmingar skulu úr Vágum, ella úr Eysturoy, á fiskivinnuskúlan í Vestmanna, tí ferðaætlanirnar passa ikki saman.
– Tað er vónleyst hjá eysturoyingum at ganga á fiskivinnuskúlan í Vestmanna, í ferðaætlanin passar so illa, staðfestir Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Hann heldur, at Landið eigur í minsta lagi at leggja ferðaætlanina soleiðis, at hon passar til teir skúlarnar, Landið sjálvt eigur.
Heðin Mortensen vísir á, at koyringin hjá Bygdaleiðum er nú boðin út av nýggjum, og í hesum sambandi verður eisini hugsað um, at leggja ferðaætlanina, so at hon passar við skúlatíðina á Glasir. Hinvegin vísir hann eisini á, at Glasir er ikki tann einasti skúlin, sum hugsast skal um. Tað er eisini ein fiskivinnuskúli í Vestmanna, og aðrir skúlar, at hugsa um. Men hann ásannar, at talan er um minuttir, tað snýr seg um, so tað eigur at bera til.
Landsstýrismaðurin sigur, at eitt, sum verður hugsað um, at er samansjóða koyringina hjá Bygdaleiðum og Bussleiðina í Havn, so at næmingarnir koyra við Bussleiðini til eitt savningarstað hjá Bygdaleiðum, kansa uppi á Hálsi, so at teir fara víðari við Bygdaleiðum.
Jørgen Niclasen hevur lítlar vónir um, at tað fer at eydnast. Tað eru 1600 næmingar á Glasir og teir fáa allir frí ísenn. Tí hevur hann lítlar vónir um, at Bussleiðin at sklaár at føra teir av skúlanum. Hann heldur, at Bussleiðum skal vera fyri tey, sum búgva í Havn, men lat so Bygdaleiðir koyra framvið Glasir og taka allar hinar næmingarnar.