Vegastrekkið millum Viðareiði og nýggja tunnilin inni á Dølum hevur vakt ans eftir, at fleiri fólk hava víst á, at hóast vegurin er gjørdur av nýggjum, so er asfaltið so vánaligt, at vegurin er óvanliga vánaligur at koyra eftir.
Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur eisini reist málið á tingi, og í einum §52a fyrispurningi til Henrik Old, hevur hann spurt landsstýrismann í samferðslumálum, um hvussu arbeiðið hevur hilnast.
Landsstýrismaðurin, ið varðar av og hevur eftirlit við arbeiðinum, ásannar, at arbeiðið ikki hevur gingið eftir ætlan.
- Arbeiðið hevur ikki gingið eftir ætlan. Tí varð avgjørt at steðga arbeiðinum, áðrenn tað var liðugt. Asfalteringin, sum er brúkt á hesum strekki, er ikki áður roynd í Føroyum og kann ikki samanberast við tað, sum Landsverk fyrr hevur brúkt sum vanligt spræniasfalt.
Víðari vísir hann á, at talan er um vatnbaserað asfalt, ið ikki hevur tað vanliga bindievni bitumen, ið er lagt á vegin til Viðareiðis og í tunlinum.
Royndin við nýggja asfaltinum hevur hilnast so illa, at neyðugt nú er at asfaltera partar av vegastrekkinum av nýggjum.
- Tilfarið á tí partinum av vegastrekkinum, har asfalteringin miseydnaðist, verður tikið av í viku 23. Tað er ikki avgjørt hvat tilfar so verður lagt á.
Henrik Old leggur tó dent á, at feilurin hvørki fer at hava ein meirkostnað við sær fyri Landsverk, tí tað er arbeiðstakarin, ið ábyrgdast av feilinum, og at tíðarætlanin verður ikki ávirkað.
Í svarinum vísir landsstýrismaðurin eisini á, at talan er um eitt mál, ið undanfarna samgongu hevði á hendi, og hevur hann sjálvur ikki gjørt nakrar broytingar í verkætlanini. Víðari vísir hann á, at tað var undanfarna samgonga, ið avgjørdi, at karmarnir skuldu haldast og tí vóru stórar sparingar framdar, harímillum innan asfaltering.