Mugu ansa sær í vetrarferðsluni

Á heimasíðu sínari heitir Landsverk á bilførarar um at vísa serligt varsemi hesa myrku árstíð

Landsverk vísir á, at ferðsluóhappini sum heild eru fleiri, tá talan er um vánaligt sýni.

 

Eisini verða góð ráð givin bilførarum, og hevur Landsverk hesi ráð til teirra, sum halda seg framat í ferðsluni:

  • Halt frástøðu til bilin frammanfyri
  • Ikki yvirhála
  • Koyr, um gjørligt, á breiðaru vegunum, har kantstrípur eru
  • Tendra mjørkaljósini (og sløkk tey aftur, tá mjørkin ikki er meira)
  • Stendur tú í eini bíðirøð, tendra ávaringarljósini, sum tekin til tey aftanfyri
  • Ger einki, sum tekur uppmerksemið frá koyringini
  • Forrútur og aðrir rútar skulu vera reinir, bæði innan og uttan
  • Tú kanst knappliga koma út fyri at koyra inn í tættar mjørkaflókar, og tá kann vera ov seint at seta ferðina niður. Laga tí ferðina eftir umstøðunum 
  • Tað er møðsamt at koyra langt, tá sýnið er vánaligt. Steðga, um tú gerst móður