Valmyndugleikarnir í Zimbabwe boðaðu í gjár frá, at landsins forseti seinastu 22 árini, Robert Mugabe, hevði vunnið forsetavalið, sum var um vikuskiftið.
Sambært valmyndugleikunum hevði Mugabe fingið meiri enn tey kravdu 50 prosentini av atkvøðunum. Sagt varð, at Mugabe hevði fingið einar 350.000 atkvøður fleiri enn valevnið hjá andstøðuni, Morgan Tsvangirai.
Men mong ivast í, hvussu rætt tað almenna valúrslitið er.
Bretski uttanríkisráðharrin, Jack Straw, segði í gjár, at tað er neyvan nakar ivi um, at Mugabe hevði stolið valið, sum hann tók til.
USA vil heldur ikki viðurkenna almenna valið. Talsmaðurin hjá amerikanska uttanríkisráðnum, Lynn Cassel, segði, at sjálvt um zimbabwisku myndugleikarnir ikki høvdu almannakunngjørt tað endaliga úrslitið, er tað øllum greitt, at talan var ikki um eitt demokratiskt og rættvíst val.