Umteljingin í Zimbabwe vísir, at stjórnarflokkurin hjá Mugabe vann í tí fyrsta valdøminum, men tað gjørdi flokkurin eisini í teirri upprunaligu teljingini Almenna valnevndin í Zimbabwe boðaði í dag frá, at hon er liðug at telja atkvøðurnar í tí fyrsta valdøminum av nýggjum, og at flokkurin hjá Robert Mugabe, forseta vann valið har. Tað gjørdi flokkurin eisini, tá talt varð beint eftir valið.
Flokkurin hjá Mugabe tapti tjóðartingsvalið, tá talt varð fyrru ferð, men stjórnin hevur kortini gjørt av at telja atkvøðurnar umaftur.
Úrslitið av forsetavalinum er ongantíð kunngjørt, men tær atkvøðurnar verða eisini taldar umaftur nú.
23 valdømi eru í Zimbabwe.