Leiðarin í zimbabwisku andstøðuni, Morgan Tsvangirai, varð mikudagin formliga ákærdur fyri landasvik. Sama ákæra varð samstundis reist ímóti einum øðrum andstøðupolitikara, tjóðartingsliminum Renson Gasela.
Flokkurin hjá Tsvangirai, MDC, hevur víst ákærunum aftur og sigur, at floksleiðarin bleiv lumpaður av monnum hjá loyniligu zimbabwisku løgregluni, sum høvdu fingið til uppgávu at forða fyri, at Tsvangirai kundi vinna forsetavalið ímóti Robert Mugabe.
Ákærumyndugleikarnir grunda ákæruna um landasvik á eina sjónbandsupptøku. Upptøkan vísir ein mann, sum eftir øllum at døma er Tsvangirai, í einum orðaskifti um, hvussu Mugabe skal ruddast av vegnum.
Sjálvur sigur Morgan Tsvangirai, at upptøkan er klipt og falsað. Tað er komið fram, at tað var ein fyrrverandi embætismaður hjá ísraelsku fregnartænastuni Mossad, sum skipaði fyri upptøkuni, og at hann fekk pening frá stýrinum hjá Mugabe afturfyri.
Bretska samveldið Commonwealth gjørdi týsdagin av at útihýsa Zimbabwe í eitt ár sum mótmæli ímóti forsetavalinum, sum sambært altjóða eygleiðarum var óregluligt.
Politiskir eygleiðarar siga, at við at ákæra sín harðasta mótstøðumann fyri landasvik hevur Mugabe valt at fara í álop heldur enn at verja seg ímóti teimum nógvu skuldsetingunum um valsvik og harðskap í sambandi við valið. Hetta er Mugabe so líkt, men eygleiðararnir eru samdir um, at hesaferð spælir zimbabwiski for setin við eld.










