Meðan fólk í Zimbabwe hava ov lítið til matna, sparir forsetin, Robert Mugabe, einki á sínum 85 ára degi Zimbabwiski forsetin, Robert Mugabe, heldur 85 ára dagin við einari stórari veitslu, skrivar Reuters. Veitslan verður hildin í bygdini, haðani forsetin er ættaður, og hildið verður, at hon kostar umleið eina millión krónur.
Fleiri hava fordømt avgerðina hjá Mugabe at halda dýra veitslu, meðan nógvir av landsmonnum hansara líða illa av teirri sera vánaligu búskaparstøðuni, sum landið er í.
Morgan Tsvangirai, sum nú er forsætisráðharri, hevur fyrr funnist at veitsluni hjá forsetanum.