Forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, segði á ST-aðalfundinum í dag, at tað var ein stórur missur fyri Afrika, at libyski leiðarin Muammar Gaddafi fekk ein so syrgiligan deyða. Mugabe segði hetta vera líka syrgiligt, sum at amerikanski sendiharrin í Libya, Christopher Stevens, doyði í einum álopi í Benghazi fyri stuttum.
-Gaddafi var ein missur. Ein harmiligur missur fyri Afrika, segði zimbabwiski forsetin.
Mugabe, sum er 88 ára gamal, fanst sum vant at USA. Hann segði, at USA gjørdu innrás í Irak við at brúka eiturvápn, sum ikki vóru til, sum skálkaskjól, men at tað veruliga málið við innrásini var at fáa so nógva olju út úr Irak sum gjørligt.










