Hóast Robert Mugabe hevur tapt tjóðartingsvalið í Zimbabwe og kanska eisini forsetavalið, hevur hann ongar ætlanir um at fara av landinum -Robert Mugabe er føddur og uppvaksin í Zimbabwe, og alt lívið hevur hann arbeitt fyri landið. Hvagar skal hann fara, spyr zimbabwiski ST-sendiharrin, Boniface Chidyausika, í samrøðu við BBC.
Tað hevur annars ljóðað í seinastuni, at tann 84 ára gamli Mugabe umhugsaði at flyta av landinum, um andstøðan kom til valdið.
Almenna valnevndin hevur staðfest, at andstøðan hevur vunnið tjóðartingsvalið. Sambært nevndini hevur andstøðuflokkurin MDC fingið 109 av teimum 210 tinglimunum. Flokkurin hjá Robert Mugabe hevur fingið 97 tingsessir. Tveir smáir flokkar hava fingið hinar sessirnar.
MDC vil vera við, at Mugabe hevur eisini tapt forsetavalið, og at Morgan Tsvangirai fekk meiri enn tey neyðugu 50 prosentini av atkvøðunum.