Í døgunum 8. og 9. desember verður toppfundur millum Evropa og Afrika. Tað er ES, sum skipar fyri, og fundurin verður í Lissabon.
Tann stóri spurningurin er, um forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, kemur til Lissabon ella ikki. Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, hevur boðað frá, at hann fer ikki á fundin, um Mugabe verður har. Í einari grein í blaðnum The Independent skrivar Brown,. at hann vil ikki sita saman við einum politikara, sum pínir sítt egna fólk, og sum kúgar ta politisku andstøðuna.
Danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, er eisini boðin á fundin í Lissabon. Í forsætismálaráðnum í Keypmannahavn verður sagt, at enn er støða ikki tikin til, um forsætisráðharrin fer ella ikki. Heldur ikki svenski forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, hevur tikið støðu enn. Forsætismálaráðið í Stockholm sigur, at har vóna tey, at Mugabe verður verandi við hús.