Andstøðan í Zimbabwe ivast ikki í, at hon vann valið í gjár, men at stjórnin svikar so mikið, at hon vinnur kortini Í gjár vóru forseta-, tjóðartings- og kommunuval í Zimbabwe, og meiri enn 5,9 milliónir fólk høvdu atkvøðurætt. Andstøðan ivast ikki í, at hon fekk tær flestu atkvøðurnar, men at hon kortini tapir á pappírinum.
-Vinna Robert Mugabe og stjórnarflokkur hansara, er er úrslitið ikki rættvíst, sigur andstøðuleiðarin, Morgan Tsvangirai, sum leggur myndugleikarnar undir umfatandi valsvik.
Robert Mugabe, forseti, avsannar allar skuldsetingar um valsvik.
-Vit svika ikki. Satt at siga hevði eg ikkið fingið blund í eyguni, um eg hevði vunnið við sviki, sigur hann.
Úrslitið av valinum í gjár kemur ikki fyrr enn um nakrar dagar.
Zimbabwe hevur heimsins hægstu inflasjón. Sambært myndugleikunum er hon oman fyri 100.000 prosent, og arbeiðsloysið er heili 80 prosent.