Muga steingja B7

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum byrjar nú av álvara at merkjast á Landssjúkrahúsinum

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur í dag boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at verkfallið hjá limum felagsins verður víðkað, so at tað frá hósmorgunin av eisini umfatar starvsfólk á B7 á Landssjúkrahúsinum.


Ronnie Midjord, virkandi stjóri á Landssjúkrahúsinum, upplýsir fyri Miðlahúsinum, at tað merkir, at deildin verður stongd hósdagin.


- Har verða eingin fólk til arbeiðis, so har er einki annað at gera enn at steingja deildina. Í morgin muga vit so meta um, hvat vit gera við sjúklingarnar á deildini, sigur Ronnie Midjord.


Fríggjadagin lýsti Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar arbeiðssteðg fyri allar narkosusjúkrarøktarfrøðingar á teimum trimum sjúkrahúsunum, og í vikuskiftinum víðkaði felagið arbeiðssteðgin til eisini at umfata 30 leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar kring landið. Hósdagin verður so triðja stig tikið á hesum sinni, tá verkfallið verður víðkað til eisini at umfata allar sjúkrarøktarfrøðingar á B7 á Landssjúkrahúsinum. Í kvøld ásannar stjórin á Landssjúkrahúsinum eisini, at verkfallið er byrjað at merkjast á Landssjúkrahúsinum.


- Nú byrja avleiðingarnar av verkfallinum at gerast truplir. So fyri mítt viðkomandi, vóni eg, at partarnir finna eina loysn sum skjótast, sigur Ronnie Midjord, stjóri á Landssjúkrahúsinum.


Við KVF sigur Óluva í Gong, at 20 sjúkrarøktarfrøðingar starvast á B7.