Muga senda rokningina til næmingarnar

Annars má Glasir rinda umleið 350.000 fyri avtaluna hjá Mentamálaráðnum

Næmingarnir í Hoydølum skipaðu í dag fyri trappustreyku, eftir at tey í morgun fingu boð um, at allir næmingar fáa eina eyka rokning á 250 krónur árliga, ið tey skulu rinda fyri brúk av tilfari, ið limir hjá felagsskapinum Fjølrit hava upphavsrættindi til. Tað hendir eftir, at Mentamálaráðið og Fjølrit fyrr í ár undirskrivaðu eina nýggja avtalu um brúk av tilfari hjá limunum hjá Fjølrit.


Tað er skúlin, ið sendir rokningina víðari til næmingarnar, men skúlin hevur einki annað val, sigur Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi.


- 250 krónur fyri hvønn næming er 300.000-350.000 fyri okkum. Tað er eitt ársverk hjá einum starvsfólk, so tað er ikki pengar, ið vit hava liggjandi, um vit ikki fáa eina játtan til tað. Hetta er tilfar sum næmingarnir brúka, og tí má tað fara víðari. Líka sum tey í dag rinda fyri eitt kompendium, bøkur og annað, sigur Bogi Bech Jensen.


Skúlastjórin vísir eisini á, at ein nýggjur leistur nú verður brúktur til at gjalda Fjølrit fyri brúk av tilfari.


- Áður hevur man goldið fyri hvørt avrit, og hevur tað ikki verið ein serliga stór upphædd.
Nú skal man gjalda 250 krónur fyri hvønn næming. Samstundis fáa vit ikki eyka játtan til hetta, og fáa álagt sjálvi at útvega peningin at gjalda rokningina fyri. Í sama brævi verða vit tó mint á, at næmingar fáa lestrar- og bókastuðul, sigur Bogi Bech Jensen.


Skúlastjórin játtar, at hann kundi hugsa sær, at Mentamálaráðið sjálvt rindaði fyri nýggju avtaluna, og vísir eisini á, at eyka gjaldið krevur meira av umsitingini.


- Hetta gevur okkum eyka umsiting, tí tað at taka pengar inn frá næmingum krevur sítt. Tað eru 1400 næmingar, ið skulu inn á skrivstovuna at gjalda. Tað er ein rúgva av arbeiði, sigur Bogi Bech Jensen.


Í morgin er fundur avtalaður millum leiðsluna og umboð fyri næmingarnar um nýggja avgjaldið. Við in.fo fyrr í dag upplýsti Petur Dahl, at næmingarnir fara at sýta fyri at rinda nýggja avgjaldið. Um og hvørja avleiðing tað fær fyri næmingin er enn ógreitt, upplýsir Bogi Bech Jensen.


- Hetta er so nýtt, at vit hava ikki tikið støðu til tað. Vit hava ikki áður upplivað, at tá næmingarnir skulu rinda eitt gjald, so sum fyri eitt kompendium, at tey ikki hava goldið, sigur Bogi Bech Jensen.