Framrættaði leikarin hjá Bayern München hevur altíð ynskt at sleppa til Føroya. Tað gjørdi hann greitt umvegis Facebook-síðu sína í gjár. Á myndini omanfyri síggja tit heilsanina, sum hann hevur sent øllum sínum fjepparum.
Umframt at geva til kennar, at hann altíð hevur ynskt at sleppa til Føroya, so fegnast Müller um góða úrslitið í móti Eysturríki. Týskland vann jú 3-0 á grannunum fríggjakvøldið.
Av øðrum týskum leikarum, sum eru aktivir á sosialu miðlunum, kunnu nevnast Mesut Özil úr Arsenal og Andres Shuerrle úr Chelsea.
Mesut Özil legði í gjár eina mynd út, tá hann saman við Miroslav Klose stiðjaði fysioterapeutin hjá Týsklandi av vøllinum, meðan Andres Shuerrle legði eina mynd á Twitter av sær og René Adler, tá teir sótu í flogfarinum beint áðrenn fráferð móti Føroyum.
Av føroysku leikarunum, sum hava givið ljóð frá sær á sosialu miðlunum í dag, kunnu vit nevna Daniel Udsen, sum heldur speiskliga á donskum heldur fyri: »Så gælder det Tyskland i dag - bare en kamp som alle andre«.









