Heilsan hjá fyrrverandi egyptiska forsetanum Hosni Mubarak er versnað, og í kvøld varð hann lagdur í respirator. Samstundis ljóðar, at læknarnir umhugsa at flyta hann úr fongsulssjúkrahúsinum til eitt hernaðarsjúkrahús.
Almenna sjónvarpið og almenna tíðindastovan Mena siga, at Mubarak fekk hjartasteðg, og at læknarnir brúktu hjartastartara fyri at fáa lív í hann aftur. Ein talsmaður fyri fongsulsmyndugleikarnar sigur, at Mubarak hevur mist vitið.
Tann 84 ára gamli Mubarak varð herfyri dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava givið trygdardeildunum boð um at skjóta eftir mótmælisfólki undir uppreistrinum í fjør.










