Mubarak og synirnir í varðhaldi

Í Egyptaland hevur løgreglan varðhaldsfongslað fyrrverandi forsetan Hosni Mubarak og synir hansara, Alaa og Gamal, í 15 dagar. Sambært New York Times skulu teir avhoyrast um svik og valdsmisnýtslu.

Tann 82 ára gamli Hosni Mubarak varð formliga varðhaldsfongslaður nakrar fáar tímar eftir, at hann varð fluttur á sjúkrahús við hjartatrupulleikum, og egyptiska blaðið Al Ahram veit at siga, at hann fekk trupulleikar við hjartanum, meðan løgreglan avhoyrdi hann.

Tíðindini, um at teir tríggir eru varðhaldsfongslaðir, vórðu kunngjørd á einari serligari Facebook-síðu, sum varð stovnað til samskifti millum myndugleikarnar og avvarandi hjá teimum, sum doyðu undir ófriðinum, sum endaði við, at forsetin noyddist frá tann 11. februar.