Amerikanski forsetin, Barack Obama, bað í kvøld egyptiska forsetan, Hosni Mubarak, taka ?ta røttu avgerðina?, sum hann málbar seg. Obama segði á einum tíðindafundi, at Mubarak eigur at lurta eftir mótmælisfólkinum.
Men Obama bað ikki egyptiska forsetan leggja frá sær, soleiðis sum tey nógvu mótmælisfólkini í Kairo og øðrum egyptiskum býum krevja.
Amerikanski forsetin vísti hinvegin á, at Mubarak hevur sagt, at hann stillar ikki uppaftur. Hann legði afturat, at tað hevur skund at fáa eina skiftistíð í Egyptalandi, men at egyptar mugu sjálvir gera av, hvussu farast skal fram.
Obama hevur tosað tvær ferðir við Mubarak í telefonini, síðani mótmælini byrjaðu fyri 11 døgum síðani.










