Løgmálaráðið í Egyptalandi sigur nú, at landsins fyrrverandi forseti Hosni Mubarak kann verða dømdur til deyða. Tað kann henda, um hann verður funnin sekur í at hava givið boð um at skjóta fólk, sum mótmæltu honum og stjórn hansara.
-Í ákæruritinum er ein ákæra, har fyrrverandi forsetin verður ákærdur fyri at hava viðvirkað til at dráp og fyri at hava givið boð um tiltøk, sum kostaðu mannalív. Hetta eru lógarbrot, sum kunnu verða revsað við deyða, sigur løgmálaráðharrin, Mohamed Abdelaziz al-Juindy.
Ráðharrin sigur í einari sjónvarpssamrøðu, at egyptiskir dómstólar fara ikki at aftra seg við at døma fyrrverandi forsetan til deyða, um hann verður funnin sekur.
Hosni Mubarak varð noyddur frá í februar eftir at hava verið egyptiskur forseti í meiri enn 30 ár.