Fyrrverandi egyptiski forsetin Hosni Mubarak var ikki nøgdur, tá hann fyrrapartin varð dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava givið trygdardeildunum boð um at skjóta mótmælisfólk undir uppreistrinum í januar í fjør. Verji hansara boðaði beinan vegin frá, at dómurin verður lagdur fyri hægri rætt.
Tann 84 ára gamli Mubarak lá á børu inni í rættarhølinum. Uttanfyri vóru fólk fegin um, at forsetin hevði fingið dóm, men fleiri vóru misnøgd við, at hann ikki bleiv dømdur til deyða.
Innanríkisráðharrin hjá Mubarak, Habib al-Adly, fekk eisini lívlanga fongsulsrevsing.
Teir báðir synirnir hjá Mubarak, Alan Gamal, vórðu fríkendir fyri ákærurnar um svik.