Mubarak fer kanska frá nú

Óváttað tíðindi úr Egyptalandi vilja vera við, at Hosni Mubarak, forseti, hevur gjørt av at gera eftir krøvunum frá mótmælisfólkinum á Tahrir-torginum í Kairo. Amerikanska tíðindastovan AP og egyptiska sjónvarpið siga frá politiskum og hernaðarligum keldum, at Mubarak kanska fer at leggja frá sær longu í kvøld.

Sambært keldunum fer forsetin at halda røðu í tí almenna sjónvarpinum í kvøld, og tá fer hann at boða frá avgerð síni.

Útlendsk tíðindafólk í Kairo siga, at ein heryvirmaður hevur verið á Tahrir-torginum seinnapartin og boðað frá, at forsetin fer at gera eftir krøvunum hjá teimum mótmælandi.