Mubarak fekk lívlangt fongsul

Fyrrverandi egyptiski forsetin Hosni Mubarak varð fyri løtu síðani dømdur lívlanga fongsulsrevsing. Mubarak var ákærdur fyri valdsmisnýtslu, svik og fyri at hava givið trygdardeildunum boð um at skjóta eftir mótmælisfólki í januar í fjør. 850 fólk doyðu undir mótmælunum.

Ákærin kravdi deyðarevsing, men rætturin í Kairo valdi lívlanga fongsulsrevsing, skrivar Reuters.

Hosni Mubarak varð koyrdur frá tann 11. januar í fjør eftir áhaldandi mótmæli í Kairo og øðrum egyptiskum býum. Rættarmálið ímóti honum byrjaði í august.

Mubarak tók við sum egyptiskur leiðari, eftir at Anwar Sadat, forseti, bleiv myrdur í 1981.

Hosni Mubarak er 84 ára gamal.