Mubarak fær nýtt rættarmál

Í Egyptalandi hevur ein dómstólur góðkent eina kæru frá fyrrverandi forsetanum Hosni Mubarak um ta lívlongu fongsulsrevsingina, sum tann gamli forsetin fekk fyri at hava biðið hermenn skjóta eftir mótmælisfólki í 2011.

Avgerðin hjá dómstólinum merkir, at rættarmálið ímóti Mubarak og synunum Alaa og Gamal skal ganga umaftur. Dómstólurin sigur, at rættarmálini ímóti einum fyrrverandi innanríkisráðharra og teimum ovastu leiðarunum í trygdartænastuni skulu eisini ganga umaftur.