Muamba útskrivaður

Tað verður mett sum einki minni enn eitt satt undur, at enski fótbóltsspælarin, Fabrice Muamba longu er útskrivaður av sjúkrahúsi aftur

 

Tað er ein mánaði siðani, at Bolton spælarin fekk hjartaslag í steypadysti ímóti Tottenham og í roynd og veru var deyður í heilar 78 minuttir, áðrenn tað eydnaðist at fáa lív í hann aftur.

 

Men í gjár varð hann so –smílandi um alt fimmoyrað- spáka sær av sjúkrahúsinum aftur.

 

Eg eri ómetaliga fegin fyri at verða útskrivaður aftur, segði hann við enskar miðlar.

 

Ein, sum tók ímóti honum var læknin og tottenhamfjepparin, Andrew Deaner, serlækni í hjartasjúkum. Hann var áskoðari til dystin, men sum leyp inn á vøllin, tá ið Muamba var smollin um, og bjargaði honum.

 

Enn er óvist um Muamba verður fótbóltsspælari aftur.

 

Í Bolton siga tey, at hann nú fær ta tíð, hann hevur brúk fyri, at styrkja seg aftur og so verður støða tikið til framtíðina seinni