Muamba í framgongd

Bolton leikarin, sum brádliga small lívleysur í vøllin í einum FA Cup dysti, er í framgongd. Í dag legði hann eina mynd av sær sjálvum á sína Twitter síðu og takkaði so hjartaliga fyri allan stuðulin hann hevur fingið seinastu tvær vikurnar.

 

23-ára gamli miðvallarin fekk ein hjartasteðg í fyrra hálvleiki í FA Cup fjórðingsfinaluni móti Tottenham. Læknar hava síðani staðfest, at Fabrice Muamba var lívleysur í 78 minuttir, áðrenn tað eydnaðist at fáa hjarta at sláa aftur.

 

Hann liggur í løtuni á London Chest sjúkrahúsinum har bæði bæði venjarar og leikarar hava vitjan hann. Hóast framgongd, so er hann framvegis á intensivari deild.

 

Mynd: Twitter síðan hjá Fabrice Muamba