MTV Video Music Awards mánanáttina

 

Mánanáttina 13. november verður MTV Video Music Awards á skránni. MTV lovar eitt feitt show, har tey flestu heitu nøvnini á tónleikapallinum júst nú fara at luttaka. At framføra fara millum onnur Lady Gaga, Jay-Z, Beyoncé, Muse, Green Day, Pink og Taylor Swift.

 

Nøkur av teimum tilnevndu eru Lady Gaga, sum er í uppskoti til heilar 9 virðislønir, Jay-Z, Britney Spears, Beyoncé, Kanye West, Coldplay, Kings of Leon, Cobra Starfish, umframt fleiri onnur.

 

Nøkur av teimum, ið fara at handa virðislønirnar eru Nelly Furtado, Katy Perry, Ne-Yo, Miranda Cosgrove og mong onnur.

 

Harumframt verður Michael Jackson heiðraður, bæði við einum dansi frá systrini Janet og hennara dansarum og við einum broti úr nýggja dokumentarfilminum um fyrireikingarnar til seinstu konsertferðina, sum Michael Jackson skuldi á, og sum skuldi byrja stutt eftir, at hann andaðist.

 

MTV Video Music Awards verður í ár hildið í New York náttina millum 13. og 14. september, og showið byrjar kl. 01 føroyska tíð.

 

Vertur verður Russell Brand, sum er ein av best umtóktu stand-up skemtarunum í Amerika í løtuni.

 

Meiri kann lesast á mtv.com ella mtv.dk