Fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður tónleikur frá kendum altjóða bólkum og solistum at hoyra í Rex. Tá fer danski lánilagsbólkurin MTV Rocks at spæla. Bólkurin spælir m.a. kend løg frá U2, Maroon 5, Robbie Williams, Queen, Lenny Kravitz, Anastacia, Bryan Adams og Backstreet Boys.
Á heimasíðuni bookinghuset.dk stendur, at manningin sigst vera ein av ?tungu dreingjunum? í danska tónleikaheiminum. ?Alle er velkendte ansigter på den danske musikscene, og de er rygtet fir deres evne til at levere et hårdt pumpet show!?
Víðari stendur, at eyðkennini hjá MTV Rocks m.a. eru spæligleði, orka og eitt gott áskoðaratekki.










