Danir duga hatta har. At herma eftir øðrum.
Men hesir sigast vera millum teir allarbestu. Danir duga hatta har. At herma eftir øðrum.
Men hesir sigast vera millum teir allarbestu.
MTW Rocks eitur bólkurin og manningin, sum líkist bæði Nik og Jay, hevur spælt yvir 400 konsertir í Danmørk.
Tey spæla bara løg hjá øðrum, men tey duga at velja tey góðu frá og peppa tey upp.
U2, Nephew, Lenny Kravitz, Maroon 5, Backstreet Boys, Justin Timberlake, The Darkness, Queen, Bryan Adams, Eminem, Green Day og Bon Jovi. Ja, listin er langur.
Og so hoyrir til søguna, at bæði sjónvarpsrásin MTV og útvarpsrásin The Voice hevur meldað bólkin fyri at kopiera.
Líka leggur manningin í. Hon spælir í Eclipse í kvøld, tá 15 ára aldursmark er.
Aldurmarkið hækkar í Rex leygarkvøldið, har bólkurin eisini spælir.
Til ber at lesa meira á www.bookinghuset.dk