Myndatekstir
Atgongumerkini fyri at sleppa inn á stóra MTV showið vórðu seld fyri upp til 1000 kr. stykkið uttan fyri hegnið á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Fólk vildi sleppa inn og vera partur av hesi risastóru sjónvarpssending og showi. Alt tyktist spennandi og stórsligið frammanundan. Men skuldi eg valt umaftur, hevði eg selt mítt atgongumerki uttan at blunka, ja um eingin vildi keypt tað, so hevði eg givið onkrum tað.
Í bítandi kuldanum á Ráðhúsplássinum stóðu um 19 tíðina 7000 sálir og bíðaðu eftir stóra brakinum, og ja, tað byrjaði við buldur og braki. Avstralsku Jet, spældu sín rokk’n’roll, sum hann skal spælast. Við greiðari tilvísing til allar 60’ára hetjurnar, men við einum lítlum dropa av tí ráa og ópoleraða hjá landsmonnunum í AC/DC, stutt sagt herligt.
Hóast bólkurin spældi væl, vóru fólk longu køld. Hugskotið hjá MTV um at lata dyrnar aftur kl. 19, tveir heilar tímar áðrenn sjálv sjónvarpssendingin byrjaði, byrjaðu at tykjast heilt burturvið. Tá Jet fór av pallinum eftir ein lítlan hálvan tíma, fingu vit fyrstu ábending av, hvussu showið á Ráðhúsplássinum fór at verða. Har hendi snøgt sagt einki! Ikki so frætt sum, at vit sóu MTV á stóru stórskíggjunum, ella hoyrdu onkran tónleik í hátalarunum. Ein donsk mannfólkarødd bjóðaði eftir eini løtu Ritt Bjerregaard, borgarstjóra í Keypmannahavn á pallin. Hon helt eina røðu, men var somikið niðurundirkomin í kulda, at hon nærum ikki megnaði at frambera hana.
Av og á sóu vit okkurt lítið brot úr Red Carpet sendingini á MTV á stórskíggjunum, men skjótt varð klipt aftur til MTV Europe Music Awards búmerkið, ið var snøgt, men ikki so stuttligt at síggja í tímavís. Her hendi einki! Eini trýkorter mundu vera farin, áðrenn The Killers trinu á pallin. Nú vóru fólk køld, men veruligar stjørnir á pallinum og eitt sindur av tónleiki lyfti lagið nakað. Sjálvt í ølteltunum var friðarligt. Kaldar drykkivørur var ikki júst tað mest lokkandi í bítandi kuldanum. Í sínum vísdómi høvdu fyriskipararnir ikki heitar drykkivørur til sølu. (Tað skal tó sigast, at eftir einar 3 tímar í kuldanum funnu vit eitt stað, ið seldi suppu, teltið var væl goymt handan VIP økið í einum horni. Eftir tógvi stríð við at fáa somikið av lívi aftur í frystu fingrarnar, soleiðis at eg kundi gjalda fyri suppuna, var tað herligt at taka um heita suppukoppin, og vistfrøðiliga tomatsuppan við urtum smakkaði og hitaði óvanliga væl).
The Killers spældu nøkur løg, og hetta var heilt ok. Tá bólkurin fór av pallinum, byrjaði MTV showið úti í Forum, og vit sluppu at fylgja við. Fyriskipararnir vórðu nærum fyrigivnir fyri hesar báðar keðiligu tímarnar. Men tað gjørdist skjótt greitt, at her var eingin orsøk at fyrigeva. Í hátalarunum ljóðaði aftur sama mannfólkarøddin, ið gav okkum boð um, at nú skuldu vit vera lívlig, og dansa og hoppa frammanfyri eitt av tornunum. Tí vit fóru at koma í MTV um eitt bil. MTV signalið hvarv og vit sóu aftur einki. Í kuldanum bíðaðu vit bara, til signalið knappiliga kom aftur, og stillað varð yvir til Kelis, ið var vertinna á Ráðhúsplássinum. Hon bjóðaði The Killers vælkomnum, og bólkurin kom aftur á pallin og spældi eitt lag - hesaferð beinleiðis í MTV og við munandi meira orku enn fyrru løgini. Síðan var aftur leingi stilt. Onkuntíð varð klipt yvir til MTV showið, men størsta partin av tíðini, var hvørkið ljóð ella myndir, ella bert antin ljóð ella myndir. Fólk gjørdust alt meira misnøgd, og fótakuldin gjørdist alsamt verri.
Tá Snoop Dogg kom á pallin, gjørdist lagið eitt sindur betur. Hann spældi nøkur løg bert fyri okkum, og hevði millum annað Pharrell Williams við sær. Tá Snoop fór av pallinum í sínum stórsligna hvíta pelsi, varð aftur klipt út í Bella Centri. Síðan kom hæddarpunktið á kvøldinum fyri okkara viðkomandi. Sjarmerandi Kelis kom og stillaði seg beint frammanfyri okkum, við sínum vinnandi smíli, hitaði hon væl.
Úr Bellasentrinum varð stillað inn aftur á Ráðhúsplássi, og Kelis bjóðaði Snoop Dogg vælkomnum, og so var hon burtur úr okkara eygsjón aftur. Snoop spældi eitt lag beinleiðis í MTV. Hann gavst tó ikki so, og undirhelt kalda fólkið við nøkrum løgum afturat. Framførslan var frálík og Snoop bjargaði kvøldinum fyri nógv. Men nú hevði fólk altsp fingið nóg mikið, meira enn ein triðingur av fólkinum rýmdi, beint tá snoop var farin av pallinum.
Eftir langa bíðitíð kom bretski bólkurin Keane á pallin, bólkurin spældi framúr væl og fekk gott lív í. Tað einasta í taldi niður, var at Metallica trummuleikarin Lars Ulrich var komin á pallin at bjóða bólkinum vælkomnum. Hann royndi eina løtu at fáa lív í fólk við tápuligum lótum. Hetta var irriterandi, og tá man frammanundan er kaldur, gjørdist lagið ikki betur.
Eftir Keane vóru lidnir, rýmdi uppaftur meira av fólkinum. Millum annað eg. Restina av showinum sá eg av aðru hædd á Burger King á Ráðhúsplássinum. Her sá eg Outlandish royna at fáa lív í tí helvtina av áskoðarunum, ið ikki var rýmd, bólkurin tyktist at koma væl frá uppgávuni. Men tøkniligir trupulleikar taldu eitt sindur niður.
Samanumtikið var MTV á Ráðhúsplássinum ein verulig fiasko fyri okkum, ið vóru har. Vit upplivdu góðar bólkar sum spældu væl, men tveir triðingar av teimum fýra og einum hálvum tímunum var einki at hyggja at ella at lurta eftir. Kuldan kundi MTV ikki gera so nógv við, men tað hevði verið betur um man kundi keypt sær ein kaffimunn.
Tað hevði ikki kravt nógv fyri, at tiltakið varð væleydnað. Fyrst og fremst við at víst okkum MTV tá eingin spældi á Ráðhúsplássinum, ístaðin fyri stilli og tómar stórskíggjar. Hetta hevði gjørt innlivingina í showið munandi størri, og fingið okkum at kent okkum sum ein part av tiltakinum, eisini hevði tíðin gingið munandi skjótari, um vit fingu hetta undirhaldið.
Harafturat kundu dyrnar latið aftur kl. 20 ístaðin fyri 19, so høvdu vit fryst ein tíma styttri. MTV byrjaði ikki at senda fyrr enn kl. 21, og tveir tímar av bíðitíð var í meira lagi.