MTV fær íblástur frá Myspace og Youtube

Í dag brúka ung fólk longri tíð frammanfyri teldina enn tey gjørdu við sjónvarpi. Alt tað nýggja sum ein tónleika fjeppari ynskir sær, er at finna á vevsíðum sum t.d. Myspace. Hetta hevur tónleikarásin MTV lagt sær í geyma, og er nú farin í gongd við eina líknandi heimasíðu. Hettar verður ein vevsíða, sum skal borðreiða ungum fólki tað nýggjasta innan tónleiki og videobrotum, stendur í tíðinaskrivinum hjá rásini. Munurin á nýggju síðuni hjá MTV og t.d. Myspace og Youtube, er at innihaldi verður stýrt av hámettum blaðfólki, ið oftani hava atgongd til tað nýggjasta í hesum umhvørvinum.