MT Højgaard viðgongur byggisjusk í Hovi

-Tað er púra rætt, at miðnámsskúlin í Hovi er merktur av byggisjuski. Tað staðfestir John Funch, divisiónsleiðari hjá MT Højgaard. Viðkomandi, sum hevði ábyrgdina av byggingini, er sagdur úr starvi. Ole Larusen, rektari á miðnámsskúlanum í Hovi staðfesti fyrr í vikuni, at miðnámsskúlin í Hovi er merktur av byggisjuski. Millum annað gýsur inn í skúlan, og tað kann gerast ógvuliga kalt í støðum. Eisini er gólvið í fimleikahøllini í ógvuliga ringum standi. Tað er MT Højgaard, sum hevur staðið fyri byggingini av skúlanum, og til ákærurnar sigur John Funch:

-Vit hava ikki gjørt arbeiði nóg gott, sigur hann og staðfestir, at viðkomandi starvsfólk, sum hevði ábyrgdina av skúlanum nú er sagdur úr starvi.

MT Højgaard er ein stór fyritøka og hevur høvuðssæti í Danmark. Nú er bygnaðurin hjá fyritøkuni broyttur soleiðis, at ein leiðari verður settur fyri MT Højgaard Føroyar, og hann hevur til uppgávu, at umvæla teir trupulleikar, sum eru í miðnámsskúlanum í Hovi.

-Vit arbeiða av øllum alvi við at fáa rættað mistøkini í Hovi, og vóna, at trupulleikarnir eru loystir áðrenn næmingarnir byrja aftur í skúlanum í august, sigur John Funch.

Hann staðfestir eisini, at MT Højgaard rindar fyri umvælingarnar.