Teir fýra ungu handverkararnir, sum í februar brutu reglurnar um sóttarhald í Grønlandi, vórðu uppsagdir á standandi fót hjá sínum arbeiðsgevara, MT Højgaard. Men, nú eru menninir náðaðir og eru settir aftur í starv í fyritøkuni.
Tað veit Sermitsiaq at siga í dag, og heimasíðan veit eisini at siga, at talan var um danir, sum - eftir at vera komnir úr Danmark til Grønlands í januar - brutu grønlendsku reglurnar um sóttarhald.
Teir fýra, sum eru í aldrinum 20 til 24 ár, fingu eisini hvør sína bót á 6000 krónur frá løgregluni, umframt uppsøgnina frá MT Højgaard. Men, nú arbeiða menninir aftur hjá byggifyritøkuni, eftir at teir hava verið í sóttarhaldi í Grønlandi.
Stjórin í MT Højgaard, Kim Ulrik Hansen, sigur við Sermitsiaq, at menninir eftir hansara tykki nú hava fingið sína sekt, sum hevur verið rættiliga hørð. Honum kunnugt hevur eingin annar arbeiðstakari sektað síni starvsfólk so hart fyri líknandi brot.
- Eg haldi tað vera rímiligt, at ungu menninir fáa ein møguleika aftrat. Teir hava fingið ein lærupening fyri lívið, og málið hevur kostað teimum nógvan pening. Eg haldi, at hetta er ein rættur máti at viðfara hesar menninar, leggur stjórin dent á.
Kim Ulrik Hansen sigur við Sermitsiaq, at ungu menninir eru raskir til sítt arbeiði í fyritøkuni.
- Teir eru ógvuliga eyðmjúkir um støðuna, sum tók seg upp, eins og teir harmast um tað, teir gjørdu, tá teir brutu reglurnar um sóttarhald - við ikki at brúka munnbind, tá teir vóru til handils og seinni fóru í eina venjingarmiðstøð, sigur stjórin.