MT Højgaard er dømt at rinda einum arbeiðsmanni 288.000 kr í endurgjaldi, men málið endar helst í fútarættinum, tí MT Højgaard hevur ikki rindað fyri skaðan enn, hóast dómur er avsagdur, skrivar www.samtak.fo
Heimasíðan hjá teimum trimum fakfeløgunum, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag, www.samtak.fo skrivar í dag, at byggifyritøkan MT Højgaard sjuskaði av álvara við trygdini á einum arbeiðsplássi í 2003, og hetta mátti ein arbeiðsmaður, sum er limur í Føroya Arbeiðarafelag, bøta fyri.
Arbeiðsmaðurin kom álvarsliga til skaða í 2003, tí byggifyritøkan MT Højgaard helt ikki trygdarkrøv. Vanlukkutryggingarráðið ásetti í 2006, at arbeiðsmaðurin er 25% avlamin, og maðurin hevur síðani óhappi ikki kunna farið aftur til starv sítt vegna skaðan.
Stutt eftir at vanlukkutryggingarráðið ásetti tann endaliga skaðan var MT Højgaard saksøkt fyri endurgjald fyri lønarmiss. Stevnt varð eftir muninum ímillum sjúkradagpeningin, sum viðkomandi fekk, og ta meðalløn, sum persónurin hevði havt seinastu 4 árini - í alt 288.000 krrónur.
MT Højgaard segði í skaðafráboðan síni til arbeiðseftirlitið, at talan var um hendiligt óhapp, og at viðkomandi fekk skaðan, tí hann var dottin yvir ein jarnrúgvu.
Veruleikin var, sum tað eisini kom fram í rættinum frá fleiri vitnum, at MT Højgaard hevði eina bukkimaskinu, sum ikki leik trygdarkrøvini, og sum m.a. ongan avbrótingarknøpp hevði. Tí hendi álvarsami skaðin eisini, tí maskinan helt á við at bukka jørn, hóast maskinførarin royndi at steðga maskinuni.
Vanligt er, at slíkar maskinur hava eina høvuðsavbrótara - ein stop knøtt. Onnur ting vóru eisini í óordan á maskinuni, kom fram í rættinum. Arbeiðseftirlitið kundi ikki staðfesta nakað brek við maskinuni, men Arbeiðseftirlitið kannaði ikki maskinuna fyrr enn eitt ár eftir óhappi, og tá var hon gjørd aftur.
Føroya Arbeiðarafelag er væl nøgd við dómin, men harmast um, at Arbeiðseftirlitið ikki hevur gjørt meir við spurningin um følsku fráboðanina hjá MT Højgaard.
MT Højgaard hevur higartil ikki rindað peningin, tí hevur sakførarin hjá Føroya Arbeiðarafelag lagt hetta fyri fútarættin.