Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, væntar, at jólaaftan í ár verður hildin heima við hús saman við familjuni.
- Eg havi einki jólagávuynski, men eg vildi ynskt, at fiskiflotin kundi ligið um jólini, so fiskimenn høvdu frí hesar dagarnar.
Jan Højgaard heldur, at jólini við hvørt kunnu gerast eitt sindur rokalig, men hann fegnast um hugnan, sum er hesar dagar.
- Eg fegnist eisini um góðu fiskaprísirnar, sum vit hava sæð í heyst.
Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag heldur, at MSC-góðkenningin, sum toskur og hýsa fingu fyrr í heyst, er ein orsøkin til, at prísirnir á hesum báðum fiskasløgum eru hækkaðir.