Upsin, sum skipini hjá reiðaríðunum Faroe Origin og JFK fiska, hevur nú fingið MSC-gókenning. Hetta er fyrstu ferð, at MSC góðkennir fiskiveiðu undir føroysku fiskidagaskipanini.
Sambært Kringvarpinum hava reiðaríðini hjá Hanusi Hansen og Annfinni Olsen, JFK og Faroe Origin, bíðað í 18 mánaðir eftir at fáa hesa góðkenningina, og siga reiðararnir, at tað hevur gingið rímuliga væl at fingið góðkenningina.
Men hóast ein MSC-góðkenning er ein altjóða góðkenning fyri burðardygga veiðu, er talan í roynd og veru ikki um serliga burðardygga veiðu.
Veiðitrýstið er framvegis ov høgt undir Føroyum, og í sínum tilmælum mælti Havstovan herfyri til at skerja fiskidagatalið við 10 prosentum hjá Bólki 2, ið serliga fiskar eftir upsa.
Og sambært Jákupi Reinert, fiskifrøðingi á Havstovuni, kunnu vit ikki ordiliga breggja okkum av burðardyggari fiskiveiðu, fyrr enn fiskidagatalið er komið niður á langtíðartilmælið frá ICES og Havstovuni.
Orsøkin til, at MSC so velur at góðkenna fiskiveiðuna eftir upsa, hóast veiðitrýstið framvegis er ov høgt, er sambært fiskifrøðinginum, at tilgongdin til stovnin hevur verið óvanliga stór seinastu nógvu árini.
Hoyr ljóðbrotið við Jákup Reinert her.
Mynd: Savnsmynd