MRCC úr at gera seinastu mánaðirnar

Tyrlan hevur verið boðsend fleiri ferðir í summar.

Nógv húskir kring landið hava í hesum døgum náta á døgurðaborðinum, nú fólk síðstu vikurnar hava verið úti eftir náta. Tað er tó ikki bara á døgurðaborðinum kring landið, at tað merkist at nátatíð er. Á MRCC-støðini hava tey nevniliga havt munandi meira at gjørt síðstu vikurnar.


Á yvirlitinum yvir hjálparveitingar sæst, at MRCC-støðin hevur skrásett tíggju tilburður síðani 24. august, har bátar hava havt tørv á hjálp. Tað er ein munandi øking, tá havt verður í huga, at tað í teimum seks vikunum frammanundan einans er ein skráseting um bát, ið hevur havt tørv á hjálp.


Leiðarin fyri MRCC, Edvard Bjarnason, sigur at tað er ikki óvanligt, at tey hava meira at gera tá menn fara eftir náta.


- Tað hava verið øgiliga nógvir bátar, ið hava havt tørv á hjálp, men tað er ikki óvanligt um nátatíðina. Her er talan um bátar, ið vanliga liggja, men sum knappliga fara út tá veðrið er til vildar. Tá kann ymiskt henda, tí bátarnir verða so lítið brúktir.


Tað er tó ikki bara síðstu vikurnar, at MRCC støðin hevur havt nógv at gera. Boð hava nevniliga verið eftir tyrluni fleiri ferðir í summar.


- Tað hevur verið nógv at gjørt hjá tyrluni í summar. Haldi ikki at hon hevur havt so nógv at gjørt fyrr. Ein orsøk til tað er, at nógv ferðafólk koma til skaða, tá tey eru í haganum. Men vit hava eisini havt nógvar sjúkraflutningar frá Sandoynni, so tað kann tykjast, at man er farin at boðsenda tyrluna heldur enn Teistan.